Arctic Viking skal landa í Kaarvika týsmorgunin, men áðrenn teir fara til Kaarvika, skulu teir bunkra í Tromsø.
Arctic Viking hevur góð 460 tons av rækjum. Rækjuvirkið í Kaarvika liggur beint við bryggjukantin, so har fara rækjurnar beinleiðis inn á virkið.
Arctic Viking hevur verið burtur í 2 mánaðir, men harav er ein góð vika farin í sigling, teir byrjaðu í russiskum sjógvi, men fóru so í Hopendýpið at royna, tað liggur í Svalbardøkinum.
Skiparin Niklái Petersen sigur við JN.fo, at tað er altíð nógv sigling, tá ið roynt verður í russiskum sjógvi, tí har krevst eygleiðari við, og sum oftast er altíð langt at sigla eftir teimum, og so skulu teir setast av aftur.
Rækjuprísurin er góður í løtuni.
Skipari og manning - ynskja øllum eina gleðiliga hvítusunnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald