2015-07-30 15:50

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði í farnu viku 400 tons av rækjum í Kaarvika í Norður-Norra. Arctic Viking var á rækjufeltinum í 7 vikur. Skipari hendan túrin var Bjarni Petersen.
Arctic Viking liggur í Tromsø, har teir hava skift fólk og tikið útgerð til nýggjan túr, Niklái Petersen verður skipari komandi túr.
Rækjuprísurin hevur verið góður tað seinastu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald