2021-02-27 11:54
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Kollfjarðatrolarin Arctic Viking er í morgun farin at sigla heim av Flemmish Cap, har teir hava fiskað svartkalva og rækjur, skipið er smekkfult - góð 480 tons.
Niklái Petersen skipari sigur, at veðrið er gott í løtuni (Sí myndirnar sum hann hevur sent okkum), men ein "Lagd" er í landsynning frá teimum, tí sigla teir eysturyvir fyrst, fyri at verða leysir av óveðrinum í annaðkvøld
Arctic Viking fór úr Føroyum hálvan desember, tá fóru teir til Eystur-Grønland at fiskað rækjur, sum teir landaðu í Hafnafirði, haðani fóru teir á Flemmish Cap, har teir fyrst fiskaðu svartkalva og síðan rækjur. Teir verða væntandi í Føroyum um eina góða viku.
Tað eru 17 mans við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald