Í mai 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av fulltíðararbeiðsleysum 825, svarandi til 3,0%. Tað eru 29 færri enn mánaðin frammanundan. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,4% og hjá kvinnum 3,9%.
Samanborið við mai í fjør eru tað 199 fulltíðar arbeiðsleys færri í mai í ár, ella ein minking frá 3,8% til 3,0%. Eisini tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 3,0%, svarandi til 823 fólk.
Gongdin í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini
Verður hugt eftir gongdini síðstu tíggju árini, var arbeiðsloysið minkandi fram til 2008, tá tað var lægst um hálvtannað prosent. So kom fíggjarkreppan, og arbeiðsloysið vaks í stórum, og tað vaks uppaftur meir av húsaganginum hjá fiskavirking og nógv skip vórðu løgd við ársenda 2010. Men so kom spakuliga gongd á aftur, og síðani februar 2011, tá arbeiðsloysið var hægst, hevur tað verið støðugt minkandi.
Hjá monnum hevur arbeiðsloysið nú síðani desember 2014 ligið støðugt á 2,4%. Hjá kvinnum er tað enn minkandi, men munurin er er framvegis stórur millum kynini, 3,9% hjá kvinnum samanborið við tey 2,4 hjá monnum.
Stórur munur í arbeiðsloysi millum kyn og aldursbólkar
Arbeiðsloysið í aldursbólkunum er sera ymiskt. Hægst er tað hjá teimum í ungum árum 25???34 ár við 4,2%, og lægst hjá teimum í miðjum aldri 45???54 ár við 2,3%.
Verður samstundis hugt eftir eftir kyni, er stórur munur í arbeiðsloysinum. Nógv størst er tað hjá ungum kvinnum í aldrinum 25???34 ár við 5,6% og nógv lægst hjá monnum í miðjum aldri 45???54 ár við 1,6%
??javnt arbeiðsloysi í sýslunum
Lutfalsliga er minsta arbeiðsloysið í Eysturoyar sýslu við 2,2% fyri bæði kyn og hægst í Suðuroy við 4,0%. Munurin í arbeiðsloysinum millum sýslurnar verður enn størri, tá samstundis verður hugt at býtinum millum kynini. Her er nógv minsta arbeiðsloysið hjá monnum í Eysturoyar og Vága sýslum við 1,5%, og nógv hægst hjá kvinnum í Suðuroyar sýslu við 5,8%.
Arbeiðsloysistølini fram til og við mai 2015 eru nú tøk í hagtalsgrunninum.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald