Vinna

Arbeiðsloysið í november var 3,7%

...

2013-12-27 17:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Arbeiðsloysistølini fyri november 2013 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Síðan desember mánað í fjør er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 4,9% niður í 3,7%. Hettar síðsta árið er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað við 277 fulltíðararbeiðsleysum. Arbeiðsloysið millum kvinnur hevur hettar síðsta árið verið størri enn hjá monnum. Í miðal vórðu, árstíðarjavnað, 135 fleiri kvinnur enn menn, fulltíðararbeiðsleysar. 


Talva 2 vísir arbeiðsloysið í november 2013 býtt eftir sýslum. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Vága Sýslu. Mista arbeiðsloysið var í Sandoyar Sýslu, bæði í talið og í prosenti.


Talva 2 vísir arbeiðsloysið í november 2013 býtt eftir aldursbólkum. Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkunum 25-34 ár og 55-66 ár. Minst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 16-24 ár.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder