JN

Arbeiðsloysið í januar var 4,1%

...

2014-02-27 22:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Arbeiðsloysistølini fyri januar 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Síðan februar mánað í fjør er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 4,7% niður í 4,1%.
Hettar síðsta árið er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað við 195 fulltíðarleysum. Arbeiðsloysið millum kvinnur hevur hettar síðsta árið verið størri enn hjá monnum. Í miðal vórðu, árstíðarjavnað, 133 fleiri kvinnur enn menn, fulltíðararbeiðsleysar. 


Næsta talvan vísir arbeiðsloysið í januar 2014 býtt eftir sýslum. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar Sýslu, 8,3%. Mista arbeiðsloysið var í Eysturoyar Sýslu, 3,5%.


Triðja talvan vísir arbeiðsloysið í januar 2014 býtt eftir aldursbólkum. Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkunum 25-34 ár og 55-66 ár. Minst er arbeiðsloysið í aldursbólkinum 45-54 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder