Arbeiðsloysistølini fyri februar 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum. Síðan september í fjør hevur árstíðarjavnaða arbeiðsloysið ligið um 4,1 til 4,2% og er nú vaksið upp í 4,3%. Samanborið við mars mánað í fjør er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 4,7% niður í 4,3%. |
Næsta talvan vísir arbeiðsloysið í februar 2014, býtt eftir sýslum. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar Sýslu, 8,4%. Mista arbeiðsloysið var í Eysturoyar Sýslu, 3,5%. |
Triðja talvan vísir arbeiðsloysið í februar 2014, býtt eftir aldursbólkum. Arbeiðsloysið er størst í aldursbólkinum 55-66 ár og minst í aldursbólkinum 45-54 ár. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald