Í august var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 1.043 fólk, svarandi til 3,8%. Síðani mars hevur arbeiðsloysið ligið javnt millum 3,8 og 4,0%.
Arbeiðsloysið er hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í august var arbeiðsloysið hjá kvinnum 4,9% ella 611 í tali. Hjá monnum var tað 2,9% ella 429 í tali. Hetta eru 158 fleiri kvinnur enn menn, og er munurin vaksin nakað síðan á nýggjárinum.
Næsta talvan vísir arbeiðsloysið í sýslunum. Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar sýslu við 8,6%. Í Suðuroy var tað 4,7%. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu við 2,6%.
Triðja talvan vísir arbeiðsloysið býtt eftir aldursbólkum. Tað var størst í aldursbólkinum 25-34 ár og minst í aldursbólkinum 16-24 ár.
Arbeiðsloysistølini fyri august 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald