JN

Arbeiðsbólkur um matvørutrygd og matvinnumenning

...

2014-02-18 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at viðgera spurningar um matvøruframleiðslu úr føroyskum neyta- og seyðakjøti.


Arbeiðsbólkurin hevði sín fyrsta fund 31. januar og fer at handa landsstýrismanninum sítt tilmæli í apríl.

Í arbeiðsbólkinum eru: Oyvindur av Skarði, Vinnumálaráðið, form., Alberg Gaardlykke fyri sláturhúsini, Elspa Petersen og ??luva Niclasen fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Leif Sørensen fyri kokkayrkið, Siggert Patursson, Bóndafelagið, og Olga Biskopstø, ??toyggjafelagið.

Arbeiðssetningur
Í matstovuvinnuni er ein ávís stúran fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá ið føroyskt neyta- og seyðakjøt, ætlað at selja í handlum og matstovum frá juni 2015, skal verða úr løggildum hjallum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum setur tí ein bólk at lýsa málið, og at gera uppskot til ítøkiligar loysnir, ið kunnu gera tað einfalt hjá framleiðarum at halda ásetingarnar í matvørulógini.

Matvinnumenning
Arbeiðsbólkurin hevur ikki fingið til uppgávu at gera uppskot til lógarbroytingar, men heldur at lýsa veruligu umstøðurnar, og at gera uppskot til, hvussu stóra matmenningin, sum hevur verið seinnu árini, kann halda fram, eisini tá ið undantøkini í matvørulógini ganga út í 2015, og helst føra til størri og meiri fjáltáttaða vinnnuliga framleiðslu, enn vit hava í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder