Vinna

Arbeiði byrjað, at gera nýggja brimverju fram við sandinum

...

2020-09-03 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Avgjørt varð, áðrenn summarfrítíðina, at styrkja um brimverjuna fram við sandinum í Miðvági. Orsøkin til hetta er, at gøtan ið gongur fram við sandinum er so lág, at tá høg flóð og nógvur vindur er, serliga um veturin, liggur gøtan undir. Tí var vandi fyri, at um tað ikki verður gjørt nakað fyri at byrgja fyri, so er gøtan burtur aftur næsta vetur.

Undir gøtuni liggur pumpuleiðingin, ið førir alt spillvatn frá norðarar parti av Miðvági út í pumpubrunnin, úti á Kumlum. Um gøtan skolar burtur liggur pumpuleiðingin sjónlig, og er stórur vandi fyri at hon fær skaða.

Tað er gleðilig at síggja at arbeiðið nú er fari í gongd, og verður spennandi at síggja endaliga úrslitið. Seinastu vikurnar hava vit eisini sæð, at fleiri borgarar eru farnir at dyppa, bæði í Miðvági og í Sandavági, og er tað lívsjáttandi at síggja. Brimverjan fram við sandinum fer at gera tað munandi høgligari og hugnaligari at dyppa úti á Kumlum í framtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder