2014-10-10 20:06

Kenda føroyska songkvinnan, Anna Maria Olsen, hevur konsert í Miðvágs Kirkju leygarkvøldið11. oktober kl. 19.00.
Konsertin verður hildin í samband við útgávu hennara, Sálareygað, ein fløga við sálmum, upptikin í Vesturkirkjuni.
Anna Maria hevur altið sungið, hon er fødd inn í eina familju, har sangur og tónleikur hava fylt nógv. Hon hevur eina sera vakra og serliga rødd, sum spennir víða, hon hevur sungið bæði sálmar og sangir, rock- og blueskendan tónleik, og hon er altíð verd at hoyra. Anna Maria hevur røtur í Sandavági, og bæði hon og familjan hava frøtt oyru okkara mangar ferðir. Og tað kemur hon heilt víst at gera komandi leygarkvøld í Miðvágs kirkju. Konsertin er ókeypis. Miðvágs Kirkja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald