2013-09-09 13:50
Garnaskipið Anita kom á Miðvág tíðliga í morgun, teir skuldu skifta fólk. Teir gjørdu skjótt av á Miðvági og longu um 8-tíðina stevndu teir aftur vestur um Presttanga.
Anita roynir við gørnum. Í summar hava teir fyri tað mesta roynt í útnyðring úr Føroyum, sum skilst hevur tað gingið hampuligt. Teir frysta veiðuna umborð. Skipari á Anitu hevur verið Heini Reinert, meginparturin av manningini eru útlendingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald