Í gjár boðaði løgmaður frá, at hann fór at taka øll fiskirættindini frá garnaskipinum Anitu, men í dag hevur skipið kortini fingið spildurnýtt fiskiloyvi til garnafiskiskap eftir svartkalva undir Føroyum.
Tað er ikki altíð, at høgra hond veit, hvat vinstra hond ger, og tað kann av álvara sannast, nú løgmaður í gjár, eftir at manningarfeløgini í fyrradagin sendu honum áheitan um tað, alment boðaði frá, at hann fór at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu.
Løgmaður hevur tikið yvir alla málsviðgerð í sambandi við Anitu, tí alt Fiskimálaráðið er ógegnigt, eftirsum aðalstjórin har, Rógvi Reinert, er beiggi skiparan á Anitu.
Men longu í dag hevur Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, ið er stovnur undir Fiskimálaráðnum, kortini skrivað út eitt spildurnýtt fiskiloyvi til Anitu. Loyvi fer í gildi eftir midnátt sunnukvøldið, tá gamla loyvið av røttum fer úr gildi, tí verandi fiskiár endar tá.
Nýggja loyvið er so galdandi til 31. august næsta ár ??? um løgmaður væl at merkja ikki strikar tað mikudagin. Tá er hoyringsfreistin hjá reiðarínum hjá Anitu nevniliga úti í sambandi við fráboðanina hjá løgmanni um, at hann fer at taka fiskirættindini frá skipinum.
Nýggja fiskiloyvið hjá Anitu sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald