Viðvíkjandi avtalu millum land og kommunur um at fíggja eldraøkið
Hervið vilja vit vegna flokkarnar í andstøðu á løgtingi biðja um ein kunnandi fund við Kommunufelagið um ætlaðu fíggingina til at umsita eldraøkið, ið vónandi kann haldast skjótast gjørligt.
Vit halda, at hetta mál er av alstórum týdningi fyri núverandi og komandi ættarlið. Vit hava sum politiskir flokkar á løgtingi higartil bert hoyrt um samráðingarnar um fíggingina umvegis fjølmiðlarnar.
Skal ein varandi og haldgóð skipan gerast og viðgerast á løgtingi við teimum neyðugu atlitunum, er neyðugt, at vit fáa innlit í samráðingarnar og teir grundleggjandi spurningarnar, áðrenn ein avtala verður gjørd millum Landsstýrið og Kommunufelagið.
Vinarliga
Vegna Tjóðveldi, Høgni Hoydal
Vegna Javnaðarflokkin, Aksel V. Johannesen
Vegna Framsókn, Poul Michelsen
Vegna Sjálvstýrisflokkin, Kári P. Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald