JN

Andrias: Ikki ordiliga nøgdur

...

2017-03-19 09:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 FSF: Fríggjadagin eydnaðist U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 1-1 ímóti Kýpros. Eitt gott úrslit, men alíkavæl er Andrias Edmundsson ikki ordiliga nøgdur við tað eina stigið.

- Teir (red. Kýpros) vóru væl fyri tekniskt, og dugdu væl at leggja trýst á okkum. Teir høvdu eisini bóltin nakað meir enn vit, men eg haldi ikki, at teir nakrantíð blivu ordiliga farligir frammanfyri okkara mál

 

- Samanumtikið haldi eg at vit høvdu teir størri kjansirnar, og tí eri eg bara hampuliga væl nøgdur við tað eina stigið ímóti Kýpros, sigur Andrias Edmundsson, vinstri bakkurin á U17-landsliðnum við dreingjum.

 

Eftir tvey umfør í næstu innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-dreingir, er støðan tann, at um føroyska liðið vinnur seinasta dystin, sum er ímóti Slovakia, samstundis sum Írland ikki tapur ímóti Kýpros, so fara Føroyar, saman við Írlandi, til EM-endaspælið í summar.

 

??rslit

Írland ??? Føroyar 4-0

Slovakia ??? Kýpros 2-1

Kýpros ??? Føroyar 0-0

Slovakia ??? Írland 0-1

 

Støðan

Írland 6 stig

Slovakia 3 stig

Kýpros 1 stig (-1)

Føroyar 1 stig (-4)

 

- Dysturin ímóti Slovakia verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva. Men vit halda fokus, og trúgva uppá, at tað ber til, sigur Andrias Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2???ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.

 

Andrias Edmundsson (nr. 2) á veg inn til landsdyst ímóti Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder