Venjaraparið hjá kyndilskvinnum, ið vunnu greipuna í ár, heldur fram næsta kappingarár. Andreas F. Hansen og Sophus Dal-Christiansen eru longu farnir undir at fyrireika næsta kappingarár, og umhugsað verður, um Kyndil skal tekna kvinnuliðið til Evropa Cup-hondbólt
Kyndilskvinnur høvdu eitt framúr gott kappingarár í ár og vunnu bæði landskappingina og steypakappingina. Hetta komst ikki minst av harðari og miðvísari venjing, sum Andreas F. Hansen og Sophus Dal-Christiansen stóðu á odda fyri.
Serliga í verjuni og málinum vóru kyndilskvinnur stinnar í ár, og skotin vórðu í meðal ikki fleiri enn 17,8 mál ímóti liðnum hvønn dyst. Skjótálopini gjørdust betri og betri, og álopsspælið sum heild var nøktandi, men kann gerast uppaftur betri.
Kvinnuhondbólturin í Kyndli er mentur almikið seinastu 5-6 árini. Nógvir ungir spælarar eru komnir undan, og fleiri teirra eru nú berandi kreftir á besta liðnum. ??tlit eru til, at flestu spælararnir verða við næsta kappingarár.
Sum greipuvinnarar hava kyndilskvinnur møguleikan at tekna til annaðhvørt Cup Winners Cup ella EHF Cup. Nevndin í felagnum og venjararnir umhugsa at taka av øðrum møguleikanum í ár, og arbeitt verður nú við málinum.
Skrivar Kyndil.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald