Í gjár var aðalfundur í Føroya Lærarafelag
Á skránni var m.a. nevndarval; fyri vali stóðu Jónleif Johannesen og Torfinn Højgaard, ið báðir hava verið í nevndini í fleiri skeið. Andrea á Rípuni stillaði eisini upp. Tá ið avtornaði, vórðu Jónleif og Andrea vald við ávikavist 93 og 78 atkvøðum; Torfinn fekk 67 atkvøður. Fyrsti varalimur gjørdist Torfinn Højgaard og Sonja úr Fuglø Joensen annar varalimur, uppstillað og vald á aðalfundinum.
Gott og væl 120 fólk vóru á fundi. Móti endanum á fundinum varð lívligt orðaskifti. Mesta orðaskiftið snúði seg um broytingarnar, ið gjørdar eru í próvtøkuhættunum, og um talgildingina av landsroyndunum.
- Tað er alt ov illa og ov seint kunnað um broytingarnar, og lærarar kenna seg ótryggar við talgildu landsroyndirnar m.a. tí tøkniligi parturin ikki er nóg tryggur, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Kelda: Føroya Lærarafelagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald