Vinna

Amerikanskur sendiharri: Føroyar eru ótrúligar

...

2013-11-22 21:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 OLJAN.FO skrivar:

???Hetta hava verið nakrir fantastiskir dagar. Eg havi notið hvørja tí einastu løtu her.??? So bersøgin er nýggi amerikanski sendiharrin í danska kongaríkinum, Rufus Gifford, tá oljan.fo fær orð á hann eftir ein áhugaverdan men strævnan arbeiðsdag í Tórshavn. Hetta er hansara fyrsta vitjan í Føroyum sum amerikanskur sendiharri. 

Tað eru bert tríggir mánaðir síðani, at hann tók við sum sendiharri í Danmark og hevur hann valt at kunna seg við allar partar av ríkinum skjótast til ber. Hann hevur eisini vitjað í Grønlandi. 

Hann kom til Føroya mikudagin sum gestur hjá Kaj Leo Johannessen, løgmanni. 

Hósdagin varð so eisini møguleiki hjá sendiharranum at vera saman við Johan Dahl, landsstýrismanni og hoyra um ymsar vinnur og støð hann varar av. 

Sendiharrin legði m.a. leiðina til nýggja granskingarstovnin iNova undir Vinnuframa, ið longu stuðlar og hevur sett fleiri spennandi verkætlanir út í kortið. 

Í nýggju hølunum hitti sendiharrin umframt leiðslu og granskarum, ið arbeiða á iNova, eisini umboðum fyri fleiri føroyskar stovnar og felagsskapir, eitt nú Visit Faroe Islands, sum stendur fyri at fáa fleiri útlendingar at vitja Føroyar, Klippfisk, sum arbeiðir við føroyskum filmi og føroyskan kokk og filmsfólki, ið arbeiða fyri at gera bæði føroyskan mat og føroysku náttúruna meira kendar í umheiminum. 

Sendiharrin fekk eitt sera gott innlit í hesi mongu øki. Og vóru møguleikarnir fyri øktum samstarvi millum føroyskar stovnar og feløg og USA eisini umrøddir. 

Leiðin gekk eisini til Føroya Tele, har tann meira tungi parturin av føroyskum vinnulívi varð á skránni, eitt nú slóðbrótandi arbeiðið hjá Føroya Tele sum veitari til altjóða oljuvinnuna, menningina av føroyskum frálandareiðaríum og føroysku luttøkuna í oljuleiting heima sum úti umframt royndirnar at menna varandi orkukeldur og gerast minni heft at oljuni. 

Einki er at ivast í, at her var nógv kunning og uppliving hjá einum nýbakaðum sendiharra at sodna, men sum ein av trúgvu stuðlunum hjá Obama forseta, so var Rufus Gifford tilreiðar at fara undir eina nýggja byrjan ??? eisini í Føroyum.

???Hetta hevur fyrst og fremst verið ein kunningarvitjan fyri meg sum nýggjur sendiharri, og havi eg roynt at tikið til mín alt eg havi fingið at vita frá dugnaligum og sera fyrikomandi føroyingum. Sum so kann vera grundarlag fyri einum enn tættari og betri samstarvi millum Føroyar og USA. ???

Gifford sigur, at hann hevur ynskt at fáa kunning um so nógv til ber í tí føroyska samfelagnum, tí hetta skal vera grundarlag fyri hansara framtíðar vitjanum her. 

???Eg vil fegin vita, hvussu fólk hava tað her. Hvussu tykkara politiska skipan er, hvussu vinnulívið trívist og hvussu tykkara viðurskifti eru við Danmark. Tað hevur eisini verið ein ótrúlig uppliving at síggja tykkara oyggjar, og eg gleði meg til at fara til Suðuroyar fríggjadagin.???

Rufus Gifford ætlar sær longu at koma aftur til Føroya næsta summar, so hann kann uppliva allar árstíðirnar her. Hann vil eisini fegin uppliva, at amerikanska oljufelagið ExxonMobil verður við til at finna føroysku oljuna eins og at kunna heilsa uppá amerikonsk ferðafólk, sum hann vónar í størri mun fara at vitja Føroyar. Hann heldur Føroyar eiga eina ótrúliga náttúru, sum kann marknaðaføra Føroyar sum ferðamannalan. Hann dylur ikki fyri, at hann var sera fegin um tað professionellu og livandi framløgu, ið Guðrið Højgaard hevði um Føroyar sum ferðamannaland. 

Og kann hann vera við til at byggja brýr millum føroyingar, sum royna at menna bæði filmsvinnu og aðra vinnu, og amerikanarar, so vil hann fegin vera við til at byggja upp sambond. Og er møguleiki hjá honum at vera við til at menna útbúgvingarligt samstarv millum londini, so sær hann eisini fram til tað ??? fyri bert at nevna nøkur av økjunum, sum sendiharrin er vorðin kunnaður um á hansara fyrstu Føroya-vitjan. 

Og tá vit spyrja til politisku støðuna í hansara egna heimlandi, so dylur hann ikki fyri, at hann er sera fegin um, at Barack Obama eisini vann seinasta val og er forseti og hansara arbeiðsgevari í USA. Hann sær fram til at kunna tæna USA og sínum forseta í hvussu er fram til 2017.

Myndir
Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford her saman við Johan Dahl, landsstýrismanni og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, tá vitjað varð á granskingarstovninum iNova hósdagin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder