JN

AMERIKANSKUR FILMUR VIÐ F??ROYSKUM TEKSTI

...

2013-11-22 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

AMERIKANSKUR filmur við føroyskum teksti!

Ring The Bell -

Føroyska útgávuforlagið RockPippit Records er farið inn í spennandi samstarv við eitt Kristiligt Amerikanskt Filmsfelag, sum framleiðir spælifilmar. Seinasti spælifilmurin, sum filmsfelagið hevur givið út í hesum døgum, er filmurin RING THE BELL.

RING THE BELL er ein sera spennandi filmur um kærleika, fyrigeving og náði. FIlmsgongdin er um ítróttaragentin Rob Decker, sum leitar eftir einum unikum Base-Ball talenti. Langt úti á landinum kemur hann í samband við ein ungan drong. Rob er sannførdur um, at drongurin hevur alt tað, sum kann geva honum eina lovandi framtíð innan Base-Ball ítróttargreinina ??? men nakað óvæntað kemur inn.

Tað serliga áhugaverda við filminum er, at hann er tekstaður til føroyskt, sum er ein stór hjálp, tá filmurin annars er enskttalandi. Hetta er fyrstu ferð, so vítt man veit, at ein útlendskur spælifilmur verður sendur út á marknaðin við føroyskum teksti. Føroyska útgávufelagið sigur, at Amerikansku samstarvsfelagarnir vístu stóra vælvild, tá man frá føroyskari síðu ynskti at seta føroyskan tekst til nýggja filmin.

Grundin til, at man er farin inn í hetta samstarvið er tann, at føroyska útgávufelagið ynskir at framvega góðar kristiligar filmar til almennar sýningar í Føroyum, sum samstundis hava ein evangeliskan boðskap til fólkið.

Andrew Djurhuus, sum er ein av stigtakarunum til samstarvið sigur í samrøðu við Lindina: ???Høvuðsboðskapurin í filminum er at finna veruliga virði í hesum lívinum, og at síggja, at lívið eftir deyðan hevur uppaftur meiri virði!???

Flmurin verður sýndur í Nebo á Toftum í fríggjakvøldið 22. novembur kl.21.00. Sýningin er ókeypis, og øll eru vælkomin. Eisini verður hann vístur í Deplinum í Skálavik, men enn er tíðin ikki ásett. Tað verður lýst seinni.

Samkomur og onnur, sum ynskja at sýna filmin, eru vælkomin at seta seg í samband við útgávufelagið RockPipit Records og keypa sýnisloyvi, sum er galdandi fyri eitt ár í senn. Adressan er: www.rockpipitrecords.com / T-postur: [email protected]

Um onkur ynskir at keypa filmin ber til at seta seg í samband við Tónleikaforlagið Gjamma, sum hevur t-adressu: [email protected] Heimasíðan hjá Gjamma er: www. Gjamma.com

Filmurin kostar 150,00 kónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder