Vinna

Amerikanska oljan hóttir OPEC

...

2013-12-05 17:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar:Um 2-3 ár verður USA heimsins størsti framleiðari av olju og gassi. Hetta hevur fingið londini í felagsskapinum av oljuframleiðandi londum, OPEC til at kalla inn til fund at umrøða framtíðar strateggina hjá felagsskapinum, núóttin fyri amerikonsku skifurgass kollveltingini veksur.

Sambært BBC óttast OPEC londini við Saudi Arabia, Kuwait og Venzuela á odda avleiðingarnar, sum komandi amerikanska olju og gassframleiðslan kann fáa fyri prísin og harvið teirra búskapir.

Skifurolja- og gassframleiðslan í USA hevur tikið øll á bóli og hóttir við fullkomiliga at kollvelta orkumarknaðin. Innan fá ár fer amerikanskt skifurgass og ???olja at floyma inn á altjóða marknaðirnar, serstakliga í Europa og í Asia.

Fyri OPEC er talan um eitt tvíeggjað svørð. Tí øðrumegin mugu londinistanda saman og ikki økja um framleiðsluna, kanska heldur lækka hana,skulu tey halda prísinum uppi,og hinumegin fer tað so aftur ikki at økja inntøkurnar.

Ikki bert USA er ein hóttan móti OPEC. Eisini Iran, sum er í ferð við at økja munandi um sína framleiðslu, er eitt horn í síðuna av OPEC umframt Kanada, sum fer at økja um framleiðsluna av olju úr oljusandi. Eisini lond sum Brasilia, ið fer undir størri framleiðslu á djúpum vatni, kann vera við til at skapa trupulleikar fyri OPEC, sum einaferð hevði fullkomið vald á oljumarknaðunum.

Eygleiðarar siga, at oljuprisurin fertó neyvan at lækka munandi av hesum orsøkum. Helst fer hann at liggja um 100 dollarar fyri tunnuna í 2014. ?? løtuni er hann umleið 111 dollarar.

OPEC londini standa í dag fyri einum triðingi av oljuframleiðsluni í heiminum og óttast OPEC londini at amerikanska skifurgassi- og oljan at vera ein hóttan mópti teirra oljuinntøkum.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder