2016-06-02 10:12

Í morgun kl. 08:14 kom fráboðan umvegis 112 um eitt álvarsamt ferðsluóðhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík, har ein scootari og ein vøruvognur stoyttu saman.
Ambulansa og politi vóru skjót á staðnum, og førarin á scootaranum bleiv fluttur á Landsjúkrahúsið. Seinni var staðfest, at hesin var deyður av løstinum hann fekk. Talan er um ein 48- ára gamlan mann.
Avvarðandi eru kunnaði.
Løgreglan gerð kanningar í málinum.
Vaktleiðarin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald