Tíðindaskriv frá Diabetesfelag Føroya
Altjóða diabetesdagurin
Hósdagin 14. november verður altjóða diabetesdagurin hildin fyri 22. ferð. Tað var í 1991, at altjóða diabetesfelagsskapurin, IDF, saman við heimsheilsufelagsskapinum WHO, gjørdi av at gera 14. november til merkisdag fyri diabetes, tí fleiri og fleiri fólk kring allan heim fingu staðfest diabetessjúkuna.
Dagurin 14. november varð valdur, tí tað er føðingardagurin hjá Frederick Banting, sum var ein av undangongumonnunum í granskingini at framleiða insulin. Í 2006 góðkendi ST altjóða diabetesdagin, og á ST-topfundi í 2011 samdust tey 193 ST-limalondini um eina felags fráboðan ímóti diabetes og øðrum ikki smittandi sjúkum. Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur sagt, at diabetessjúkan er ???ein spakuliga vaksandi hóttan móti fólkaheilsuna???. Hetta er ikki at gera ov nógv av. 7. hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes onkustaðni í heiminum. Í dag hava 371 milliónir fólk í heiminum diabetes, harav 90 % diabetes-typu 2. Hetta svarar til 8,4% av øllum heimsins íbúgvum. Nýggjar kanningar vísa, at í Føroyum hava um 3000 fólk diabetes. Í 2012 doyðu 4,8 milliónir fólk av diabetes. Árliga doyggja fleiri fólk av diabetes enn av hiv/aids, ein veruleiki, sum hevur verið við at geva sjúkuni navnið ???hin stilli dreparin???.
Blái ringurin
Tá ið ST í 2006 samtykti at útnevna 14. november til altjóða diabetesdag, varð eisini ein ringur í bláu ST-litunum gjørdur til altjóða búmerki til at stuðla diabetesmálinum. Eisini hevur verið siður á hvørjum ári at lýsa kend hús v.m. við bláu ST-litunum. Í ár verður Gøtu kirkja lýst við bláa litinum í samband við diabetesdagin.
Hvat er á breddanum?
Tað er altjóða diabetesfelagið IDF, sum ásetir, hvørji evni skulu setast á breddan á diabetesdegnum. Í tíðarskeiðnum 2009 til 2013 eru evnini: upplæring og fyribyrging. Heitt verður á myndugleikarnar um allan heim at seta í verk munagóð tiltøk, sum kunnu fyribyrgja, at fólk fáa diabetes og tær fylgisjúkur, ið standast av hesum. Heitt verður eisini á heilsumyndugleikar, diabetesfeløg og fólk annars at økja um kunnleikan til vandatekini fyri diabetes og harvið avmarka vandan fyri at fáa sjúkuna. Her hava okkara myndugleikar eisini verið við. Í summar handaði ein arbeiðsbólkur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, eina diabetesheildarætlan fyri Føroyar, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landsstýrismaðurin uppskot um at seta pening av til at seta diabetesheildarætlina í verk. Í hesi heildarætlan verður m.a. lagt stórur dentur á, at neyðugt er við upplýsing um diabetes og eisini at gera fyribyrgjandi arbeiði. Eisini hevur Pál Weihe, yvirlækni og hansara granskaratoymið, gjørt stóra kanning um diabetes í Føroyum, og eru tey komin til, at um 3.000 føroyingar hava diabetes. ??ll úrslitið av hesi kanning verða almannakunngjørd seinni í ár.
Almennur diabetesfundur í Gøtu
Í sambandi við altjóða diabetesdagin skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi um diabetes í Gøtu sunnudagin tann 10. november. Kristiana Rein, formaður í diabetesfelagnum, sigur frá søguliga um diabetes, insulin og um nýggju diabetesheildarætlanina fyri Føroyar. Durid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, fer at greiða frá virkseminum á diabetesambulatoriinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Henning Bøgesvang, prestur, heldur fyrilestur við heitinum ???Hvat er eitt gott lív????. Fundurin verður í kjallaranum í Gøtu kirkju kl. 15. Diabetessjúkan er álvarslig sjúka, og í Føroyum eru fleiri og fleiri, ið fáa sjúkuna, og tí er tað felagsins vón, at fundurin í Gøtu fær góða undirtøku.
Tórshavn 1. november 2013
Vinarligar heilsanir
Diabetesfelag Føroya
Kristiana Rein
formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald