Týsdagin 3. desember var Altjóða Brekdagur í Norðurlandahúsinum. Ein dagur, har sjóneykan varð løgd á tey, ið á ein hvønn hátt eru darvað av likamligum breki. Í august 2009 varð ST-sáttmálin, sum skal tryggja einstaklingum, ið bera brek, somu rættindi sum onnur, settur í gildi. Seinni varð kunngerðin um atkomuviðurskifti sett í gildi, hvørs endamál var at tryggja betri atkomu til tey, ið millum annað sita í koyristóli. Tað tykist sum um, at landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki hevur tikið atlit til ST-sáttmálan, tá farið var í holt við at útbyggja Vága Floghavn. Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur millum annað, at:
???Hevur tú tørvkrevjandi brek og tí brúk fyri serligum stuðli í floghavnini ella umborð í flogfarinum, eigur tú at gera vart við hetta, tá ferðaseðilin verður umbiðin. Hetta er galdandi, um tú t.d.:
hevur tørv á stuðli at koma til og frá flogfarinum,
hevur tørv á stuðli at koma umborð í flogfarið,
nýtir koyristól???
Tað er óheppið, tá flogvøllurin verður útbygdur fyri nógvar milliónir, at atlit ikki verður tikið til tey, ið hava likamligar avbjóðingar. Tað átti at verið ein sjálvsagdur rættur, at tey, ið sita í koyristóli, koyra umborð á flogfarið, ístaðin fyri at verða útsett fyri ta eyðmýkd at verða borðin umborð. Ein sjálvsagdur rættur, tá tey klára at pakka kuffertið, tjekka inni, koma til og frá flogvøllinum sjálvi, men tá tað kemur til at koma umborð á flogfarið verða noydd at biðja um hjálp, tí tey klára ikki trappurnar. Um so er, verður munur gjørdur á ferðafólkunum. Munur millum tey, ið bera brek, og tey, sum klára trappurnar.
Spyrjarin er tilvitaður um, at ivi er um, hvør hevur ábyrgdina av atkomuviðurskiftunum, men landsstýrismaðurin við vinnumálum varðar av Atlantic Airways og Vága Floghavn. Sostatt verða hesir spurningar settir Johan Dahl, landsstýrismanni við vinnumálum.
Metir landsstýrismaðurin, at samsvar er millum ST-sáttmálan fyri tey, ið bera brek, og útbyggingina av Vága Floghavn?
Vóru atlit tikin til atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið bera brek, tá nýggi airbussurin varð keyptur?
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at bøta um atkomuviðurskiftini á flogvøllinum?
Á Løgtingi, 5. desember 2013
Hanus Samró
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald