JN

Alment mótmæli móti uppsetan av 5G farneti í Føroyum

...

2019-02-26 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg skal hervið, sum høvuðsumboð fyri føroyingar ímóti 5G, handa røttu viðkomandi, t.e. Føroya Løgtingi, Føroya løgmanni, Akseli V. Johannesen, Føroya Tele (Jónu Olsen) Hey (Rúnar Reistrup) Landstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálaráðum, Sirið Stenberg, og Fólkaheilsuráðnum (Magna Mohr) hesa undirskriftainnsavning, sum er stovnað til tess at mótmæla og forða uppsetan av 5G farneti í Føroyum.

Saman við teimum 1062 undirskriftunum er viðheft ein lýsing av undirskriftainnsavningini og ein almenn áheitan til omanfyrinevndu.

Vegna undirskrivararnar

við blíðum og fólkaræðisligum kvøðum

Torgunn á Løgmansbø í samstarv við Erbylgjufelagið


Tíðin er komin at verja okkum og okkara børn ímóti óneyðuga nógvari og vandamiklaristráling! 

Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótt og vera soómakaleyst sum gjørligt. Men hvørjar eru langtíðar-fylgjurnar av okkara elektroniska liviháttog hvørjar vera avleiðingarnar í framtíðini? 

Flestu granskarar eru á einum máli um, at elektromagnetisk stráling er heilsuskaðilig í ovstórum mongdum. Tí føla vit okkum noydd at rópa varskó, nú Føroyar eftir ætlan skal gerastroyndarland fyri háeffektiva 5G netinum í januar 2019!

 5G netið hevur nevniliga ein BETÝĐILIGT hægri frekvens enn okkara nùverandi 4G og taðmerkir, at tað eisini sendur so nógv, nógv fleiri og sterkari strálur inn í kroppin á tær ogtínum børnum. Hesin frekvensur, sum er tann sami sum verður nýttur í mikroovnum, ertestaður á mýs, sum vanligt er, og kanningar vísa eina ørgrynnu av hjárinum, so sumheilasvulstar, hú??gener, hyperaktivitet, forkølilsi, nýrasvigt, hjartatrupulleikar v.m. (kelda) 

Vit mugu steðga við at vera so góðtrúgvin og passiv og fólkalig, sum vit føroyingar tíverriofta eru, og spyrja okkum sjálvi, um hetta veruliga er nakað vit ynskja og/ella hava tørv á? Ístuttum so snýr tað seg um, at vit seta okkara heilsu og okkara framtíð í fremstu røð, og ikkilata okkara framtíð í ótryggu hendurnar á onkrum internet-risa í Kina, sum ikki hevur okkaraheilsu men løtuvinning í huga. 

Hvat er í roynd og veru galið við tí núverandi 4G netinum? Tað er ikki so langt síðani at 4Gnetið kom til Føroya, hví skulu vit til at útbyggja netið aftur longu nú? Riggar 4G ikki nógvæl ella plaga vit ikki at fáa samband tá vit ringja uttanlands? Skilvísi má vera í, tá stórarætlanir sum ávirka alt fólkið í einum landi skulu fremjast, og heilsan má altíð koma fram umkapital. Hevur Føroya Tele yvirhøvur kannað um føroyingar ynskja eitt nýggjari, skjótari net,ella um vit eru nøgd við tað sum er? Hevur Føroya Tele spurt fólkið um tað er áhugað í atvera 'royndarkanin'? NEI, tað hava tey ikki, og tískil kunnu vit ikki sita passivt og hyggja at,meðan vit vera tikin av ræði og okkara heilsa verður sett í vanda. Tað er nevniliga eingin"retur-politikkur" - tá strálurnar rakar høvdið hjá okkum øllum, er ska??in hendur, og tá er ovseint at angra. 

Ein annar vansi, sum nógv hava funnist at, er, at við 5G netinum verður ta?? eisiniBETÝĐILIGT lættari at hakka seg inn á tínar dataupplýsingar- "aflytning og overvågning"ver??ur barnamatur, og ta?? er ongastaðnis tù kanst krógva teg ella títt barn ella ófødda barnfyri strálunum. 

Stjórin í Føroya Tele vil, at FO skal ver??a undangonguland, tá ta?? snýr seg um besta og fyrsta5G netverk. 

Skuldi vit føroyingar ikki heldur vera teir fyrstu í ver??ini, ið fingu ste??gað 5G í at gera ska??aá okkara børn? 

Keldur: 

http://forskning.dk/5g-straaling-paavirker-hud-og-svedkirtler/https://www.facebook.com/groups/erbylgjufelagid/ 

https://www.ft.fo/nu-faa-foroyingar-5g/http://

www.ehsf.dk/om-straaling.htmErbylgjufelagið


Sandavágur, 22.februar 2019 

Til Føroya Løgting, Sirið Stenberg, Føroya Tele, Hey og Fólkaheilsuráðið: 

Vit ??? undirskrivarar av hesum mótmæli ??? mæla staðiliga til, at uppsetanin av 5G(fimta generatión) farnetinum verður steðgað. 5G fer at økja ógvisliga umradiofrekventu (RF) geislingina, aftur at henni, sum longu kemur frá 2G, 3G og4G netverkunum frá fartelefon-veitarunum í Føroyum. RF-stráling er vorðinprógvað at vera skaðilig fyri fólk og umhvørvið. Uppsetanin av 5G er í særsjálvum eitt eksperiment við fólkaheilsuni og umhvørvinum, og tað er defineraðsum eitt brotsverk í altjóða lóg. 

Føroyar eru bygdar á fólkaræðisligt grundarlag, og tí er tað av stórum týdningi,at borgararnir í landinum verða tiknir upp á ráð og hava ávirkan, tá stórarlandsumfatandi avgerðir skulu takast. Hetta mótmælið varð stovnað fyri 2mánaðum síðani, og í hesi ódrúgvu tíð, t.e. frá 22. desember 2018 til 22. februar2019, eru alsamt fleiri føroyingar fylktir saman at mótmæla 5G farnetinum. Tildags dato hava ikki færri enn 1046 føroyingar skrivað undir tað almennaføroyska mótmælið/undirskriftainnsavningina, og talið er framvegis støðugtvaksandi. 1046 - talið vitnar um, at tað eru sera mong, sum ikki vilja hava 5Gnet til Føroyar. Eisini eru tað mong, sum eru sera stúrin um og ónøgd við, atumstríddi telecom-risin Huawei er høvuðsveitarin hjá Føroya Tele. Alt hettahalda vit, at Føroya Løgting og Føroya Tele eiga at virða og taka hædd fyri, tífremsta endamálið hjá báðum pørtum jú er at tæna borgaranum og altíð at setatrygd og heilsu í hásæti. Hey eigur sjálvsagt eisini at steðga øllumframtíðarætlanum um uppsetan av 5G farneti í Føroyum. 

Føroyar eru ikki tað einasta landið, sum í hesi tíð upplivir, at fólkið róparvarskó. Í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og mongum øðrum londum erulíknandi mótmæli sett í verk, eins og tað kring allan heimin eru nógvir óheftirgranskarar, vísindafólk, læknar, politikarar, umhvørvisfelagsskapir og onnur íhøgum embætum, sum annaðhvørt staðiliga mæla frá uppsetan av 5G farnetumvegna heilsuvandar og umhvørvisdálking ella heita á ríkisstjórnirnar um at farahóvliga fram og bíða við at seta 5G í verk, til neyðugu trygdarkanningarnar erugjørdar, og tað er prógvað at eingin langtíðarvandi/skaði stendst av 5G farneti. 

Høvuðsmálið við hesari undirskriftainnsavning er, sum yvirskriftin eisini sigur,at vísa Føroya Løgtingi og føroyskum farhalds-veitarum, t.e. Føroya Tele ogHey, at vit føroyingar ikki vilja hava 5G farnetið at koma til Føroya. Við at vísaá, hvussu mong vit eru, bara eftir 2 mánaðum, vóna og vænta vit, at máliðverður tikið í størsta álvara og viðgjørt av nýggjum við ynskinum og heilsunihjá borgarunum í hesum landi fremst í huga. Frælsi at velja til og velja frá ernevniliga ein grundleggjandi rættur í einum fólkaræðisligum samfelag, eisini tátað kemur til tráðleyst internet, men við 5G farnetinum verður hetta frælsið tikiðfrá okkum øllum, smáum sum stórum. Tí vilja vit biðja tykkum um at umhugsaframtíðina hjá føroyingum, áðrenn tað er ov seint. 

Harnæst so eru vit - Føroyar - partur av einari størri heild og hava eina tessstørri ábyrgd. Tí leggja vit okkum upp at og stuðla altjóða mótmælinum,???International appeal - Stop 5G on Earth and in space???, sum er ein verkætlan,stovnað av granskarum, sett í verk at forða fyri 5G kring allan heimin og írúmdini vegna álvarsamar globalar og møguliga vanlukkuligar fylgjur fyri fólkog fæ sum avleiðing av ógvisligari eksponering av elektromagnetiskari geislinguttan íhald og uttan samtykki og uttan sokallaðar ???RF radiation free zones???.Ein slíkan heim, einar slíkar Føroyar, vilja vit snøgt sagt ikki hava. 

Við blíðum og fólkaræðisligum kvøðum 

vegna teir 1046 undirskrivararnar av hesum mótmælistovnari Torgunn á Løgmansbø í samstarvi við Erbylgjufelagið 

Leinkjur:http://www.erbylgjufelagid.fo/https://www.5gspaceappeal.org/the-appealhttps://bioinitiative.org/rf-color-charts/?fbclid=IwAR1Wxn0E1XNIBEoiUD_1pFp045yf_bNbjpUfh-kykar5ouWhVwsSxQQU7MA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder