Vinna

Almennur fyrilestur um ull

...

2013-08-21 13:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag 21. august kemur ein norskur serfrøðingur innan handfaring av ull til Føroya at kunna føroyingar um arbeiði við ull. Talan er um Ingolf Olsen, sum er stjóri á Fatland Ull A/S í Noregi.


Ullamóttøka í KollafirðiALS hevur í alt summar, í góðum samstarvi við Almannastovuna og Búnaðarstovuna, tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Talan er um eina verkætlan, sum er liður í arbeiðsmarknaðarpolitisku átøkunum, sum ALS skipar fyri. Endamálið er at geva arbeiðssøkjandi møguleika at nýta sínar førleikar við at luttaka í veruligum samfelagsgagnligum arbeiðum. Ágóðin av hesi verkætlan er bæði samfelagsgagnligur og gagnligur fyri tey, sum luttaka, tí tey við nýggju royndum sínum sannlíkt betra um møguleikarnar at koma aftur í arbeiði.

Verkætlanin hjá ALS er skipað við støði í teirri vitan, sum Árni og Karin Brattaberg hava upparbeitt í teirra arbeiði við ull. Onnur, sum hava stuðlað verkætlanini, eru Búnaðargrunnurin, sum hevur latið játtan, so tey, sum lata ull, fáa nakrar krónur. IRF hevur staðið fyri innsavningini runt landið. Eisini Posta hevur stuðlað.

Tey, sum luttaka í verkætlanini, fáa høvi at læra virðismikið forkunnugt handverk, og eru tey við og hava ábyrgd av arbeiðnum frá móttøku, innviging, skráseting, reinsing, skiljing og pakking umframt annað kreativt arbeiði v.m.

ALS hevur sett sær fyri at fáa so nógva vitan um ull frá a-z sum gjørligt, og tað er sum ein liður í hesum arbeiði, at Ingolf Olsen kemur til Føroya. Fyrrapartin luttekur Ingolf í arbeiðnum og ríkar verkætlanina við sínum kunnleika og vitan, og seinnapartin er almennur fyrilestur.

Fyrilestur um ullMikudagin21. august kl 14.30verður almenn rundvísing í ullamóttøkuni og fyrilestur á Búnaðarstovuni. Byrjað verður við at vitja í ullamóttøkuna hjá ALS, har víst verður runt í arbeiðshølunum og greitt verður nærri frá móttøku og flokking v.m. Somuleiðis verður kunnað um og víst fram frá kreativa partinum av arbeiðnum.

Kl 15.00fer Ingolf Olsen at siga frá og geva góð ráð. Í fyrilestrinum verður nomið við m.a. evni sum aling við atliti til ull, handfaring og virðisøking, marknaðarviðurskifti v.m.

Aftaná fyrilesturin verður orðaskifti um framtíðarmøguleikar fyri ull, og høvi verður at seta spurningar. Kaffi verður at fáa og okkurt afturvið.

Fyrilesturin er almennur og øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder