Mentan

Almennur fyrilestur í Vesturkirkjuni í kvøld

...

2014-06-05 16:05 Author image
placeholder

Í kvøld, 5. juni kl. 19:00, verður almennur fyrilestur í Vesturkirkjuni, við navnframa, danska guðfrøðinginum, Lone Fatum, undir heitinum: ???Mit liv med bibeltekster. Tider og fortolkninger i skred???.

Lone Fatum er fødd í 1941, er útbúgvin guðfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, 1969, við námsvist í Onglandi, Cambridge 1970-71, og USA, Harvard, 1973. Prestvígd í 1976; prestur í Sct. Mikkels kirkju, í Slagelse, 1976-1981. Lone Fatum hevur verið lektari í Nýggja Testamenti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, 1981-2008.

Lone Fatum hevur skrivað røð av bókum og tíðarritum, við serligum atliti at Nýggja Testamenti. Hon hevur í fleiri ár granskað leiklut kvinnurnar í Nýggja Testamenti. Lone Fatum er nógv umbiðin fyrilestrahaldari, ein teologiskur tungvektari, og hevur ongantíð áður hildið almennan fyrilestur í Føroyum.

Fyrilesturin byrjar kl. 19:00 og øll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder