Samlaða netto ogn føroyinga mótvegis útlondum vaks við 200 mió. kr. í 2012. Hetta hendi hóast eitt hall var á gjaldsjavnanum upp á 447 mió. kr. Hetta góða úrslit skyldast kursvinningi upp á 647 mió. kr. Tað almenna hevði aftur í 2012 eina nettoskuld til útlandið, men minkaði hon nakað. Fyri allar geirar var samlaða úrslitið ein netto ogn mótvegis útlondum upp á 2.447 mió. kr. Hetta er á leið 49% minni enn í 2006, tá netto ognin var 4.818 mió. kr.
|
|
Greiningin snýr seg um ???Tað almenna??? mótvegis ???Aðrir geirar??? sum eru peningastovnar, privata vinnan og húsarhaldini. Talvan niðanfyri vísir, at tað almenna fýra tey seinastu árini hevur havt eina netto skuld mótvegis útlondum. Skuldin stavar frá lántøku við lánsbrøvum, sum landskassin hevur selt fyri at fíggja sítt virksemi. Kommunurnar hava eisini nakað av láni, sum eru tikin í útlondum, men sosialir grunnar ikki hava tey stóru fíggjarviðskiftini við útheimin.
|
|
Brutto skuldin hjá tí almenna mótvegis útlondum í 2012 er 4.781 mió. kr., og brutto ognin er 3.227 mió. kr. Verður hugt at samansetingini av íløgu- og fíggjarvirkseminum sæst, at fyri virðisbrøv var skuldin 4.767 mió. kr., og ognin var 3.147 mió. kr. í 2012. Av hesum var lánsbrævaskuldin 4.245 mió. kr. og lánsbrævaognin 2.628 mió. kr. Netto skuldin var stostatt 1.617 mió. kr. Síðani 2005 er lánsbrævaskuldin vaksin við 70%, og lánsbrævaognin er vaksin við 42%. Broytingin í nettoskuldini fyri hetta tíðarskeiðið er 151%. Sí talvu niðanfyri. Landskassin eigur eisini útlendsk partabrøv til eitt virði á 519 mió. kr. umframt innlán í útlondum. Innlánini í útlondum eru minkað við 92% síðani 2005, og var saldoin 45 mió. kr. ultimo 2012. Landið hevur lánt 522 mió. kr. úr útlondum, og er saldoin lækkað við 8% síðani 2005. Vøru- og tænastukredittir mótvegis útlondum eru vaksnir nakað í mun til undanfarin ár. Í 2012 skyldaði landið 14 mió. kr. í vørum og tænastum, og landið átti 35 mió. kr. tilgóðar í útlondum. Tað almenna hevur ongar beinleiðis íløgur, sum eru kapitalpartar í útlendskum feløgum í útlondum. Tað almenna eigur heldur ikki kapitalpartar í útlendskum feløgum, sum virka í Føroyum.
|
Í samband við keyp og sølu av lánsbrøvum verður miðað eftir at stýra íløguváðan og avkastið fyri at røkka einum nøktandi úrslitið. Lánsbrævaognirnar hjá tí almenna eru donsk stats- og realkredit lánsbrøv umframt ein lítil partur av íløguprógvum við vinnuligum lánsbrøvum. Við eini blanding av lánsbrøvum við fastari- og broytiligari rentu verður miðað eftir at landið ikki hevur eyka útreiðslur av íløguni. Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er fastrentað. Við fastari rentu verður virðið á skuldini skiftilig við kursbroytingum.
|
Samanborið við aðrar geirar er ávirkanin frá tí almenna geiranum avmarkað í mun til fíggjarstøðuna í ogn og skuld. Tað eru serliga virðisbrøv og lánsbrøv saman við bankalánum sum mynda tann almenna partin í ogn og skuld.
Kursbroytingin skal tó tulkast við varsemi, tí ávís óvissa er knýtt at hesum uppgerðum. Tað er altíð nakrar upplýsingar sum ikki eru tøkar, tá uppgjørt verður. Tað ber ikki til gera ein ítøkiliga uppgerð yvir hesa óvissuna.
|
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald