Politikkur

Almenna hallið heldur fram at minka

...

2013-12-03 18:37 Author image
placeholder

 

Hallið hjá tí almenna, t.v.s. landi, kommunum og sosialum grunnum, var 242 milliónir kr. í 2012. Tað eru 33 milliónir minni enn í 2011. 
Tá talan bara er um landið, var hallið 241 milliónir í fjør, hetta er 38 milliónir størri hall enn í 2011.

Orsøkin til at samlaða hallið minkar er, at inntøkurnar veksa skjótari enn útreiðslurnar. Í 2012 vuksu inntøkurnar 107 milliónir og útreiðslurnar 74 milliónir kr.

Inntøkuvøksturin stavar serliga frá størri avgjaldsinntøkum og sosialum tryggingargjøldum.

Vøksturin í útreiðslunum er frá íløgum, rentum og nýtslu. Hinvegin minkaðu veitingarnar nakað, mest tí arbeiðsloysið var minni í 2012 enn í 2011.


 

2012 var fimta árið á rað, at tað almenna hevði hall. Størst var hallið í 2009, tá tað var 569 miljónir. Hallið í 2012 er tað minsta hesi fimm árini, við 1,8% av bruttotjóðarúrtøkuni, BT??.
??rslitið eftir myndugleika vísir, at landið hevði 241 milliónir í halli í fjør, hetta er 38 milliónir størri hall enn í 2011. Kommunurnar høvdu eitt avlop uppá 33 milliónir, sum er áleið tað sama sum undanfarnu tvey árini. Sosialu grunnarnir fingu eitt hall tilsamans uppá 34 milliónir, tað er 78 milliónir minni enn í 2011. Orsøkin er, at minni varð útgoldið av arbeiðsloysisstuðli í 2012.
Myndin niðanfyri vísir samanløgdu inntøkurnar og útreiðslurnar og avlopið frá 1998 til 2012. Myndin vísir, at hallið í 2008 og 2009 stavar serliga frá útreiðsluvøkstrinum í 2008 saman við minkandi inntøkum. Og at minkandi hallið í 2010 til 2012 stavar serliga frá, at inntøkurnar vaksa meira enn útreiðslurnar.


 

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder