JN

Almannaverkið útgoldið 1.7 milliónir krónur í familjuískoyti

...

2016-07-08 08:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrstu seks mánaðirnar í 2016 fekk Almannaverkið 378 umsóknir um familjuískoyti, harav 232 vóru játtaðar og 133 sýttar.

Løgtingslóg um familjuískoyti varð sett í verk 1. januar og Almannaverkið fór alt fyri eitt undir at skipa neyðugu skipanirnar til at handfara umsóknirnar um familjuískoyti. Hálvan mai vóru fyrstu familjuískoytini útgoldin.

Fyrstu seks mánaðirnar komu 378 umsóknir um familjuískoyti. Av teimum vóru 232 umsóknar gingnar á møti, 133 sýttar, 5 avlýstar og 8 teirra eru í viðgerð í løtuni. Av teimum sýttu umsóknunum, vóru meginparturin ikki gingnar á møti vegna inntøku- og/ella ognarviðurskifti. Av teimum 232 játtaðu umsóknunum um familjuískoyti eru 187 stakir umsøkjarar, meðan 36 umsóknir komu frá familjum.

Í juni 2016 vóru slakar 382.000 krónur útgoldnar í familjuískoyti til 223 umsøkjarar. Higartil í ár er tilsamans útgoldið 1.677.000 krónur í familjuískoyti. Talið av útgjaldum broytist hvønn mánaða, alt eftir broyttum inntøkuviðurskiftum ella samlívsbroytingum.

Hámarkið hækkar upp í 200.000 krónur

Stakir uppihaldarar, hjún ella samlivandi, sum hava børn undir 18 ár, sum hava eina árliga inntøku uppá 190.000 krónur ella lægri kunnu søkja um fult familjuískoyti; men er árliga inntøkan hægri, kann søkjast um skert familjuískoyti, sum verður ásett av umstøðunum hjá umsøkjaranum. Hámarkið fyri fult familjuískoyti hækkar úr 190.000 upp í 200.000 krónur 1. august 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder