2014-07-09 16:50
Í morgun eru 6 hjartastartarar settir upp í Vágum - ein í hvørjari bygd. Tað eru Vága Bjargingarfelag og Lions Vágar, sum hava latið hjartastartararnar. Teir standa allir úti, soleiðis at teir eru atkomuligir alt døgnið.
Teir standa á hesum støðum:
Í Sandavági - við pengaautomatina hjá BankNordik
Í Miðvági - Eik-banki
Í Vatnsoyrum - John Poulsen
Í Sørvági - kommunuskrivstovan
Í Bø - skúlin
Í Gásadali - Almenna parkeringsøkið.
Frammanundan er hjartastartari á flogvøllinum, í skúlanum í Sørvági, Føroya Tele Miðvági, FK í Miðvági, Zarepta, Hotel Vágum og í Mykinesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald