2014-01-06 20:21
Føroyska alivinnan framleiddi á leið tað sama í 2013, sum hon gjørdi í 2012. Samlaða framleiðslan í fjør var 62.246 tons av laksi og sílum. Tað vísa tøkuhagtølini hjá Vinnuhúsinum. Hetta er eitt vet lægri enn í 2012, tá ið føryska alivinnan framleiddi 62.783 tons av laksi.
Tá árið byrjaði væntaði alivinnan, at framleiðslan fór at vera á leið tann sama sum árið fyri, tí at torført er at økja um framleiðsluna við verandi tøkni og verandi økjum. Hetta vísti seg eisini soleiðis, nú gjørt verður upp fyri árið.
Lítið og einki hevur verið tikið av sílum seinastu árini, men í fjør vórðu 72 tons av sílum tikin, meðan restin er laksur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald