![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
www.hfs.fo: Avgerð um tillaging og víðkanin av aliøkinum er tikin í dag - við at veita ískoyti til verðandi aliloyvið. Aliloyvið hjá Mowi á Sandsvág varð útskrivað 29. mai 2017 og er galdandi til 1. apríl 2029.
P/F Mowi (tá P/F Marine Harvest Faroes) byrjaði á Sandsvág í 2014. Tey fyrstu árini vórðu brúkt til kanningar og royndir á økinum. Tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar við ongum fiski á økinum. Í 2016 varð fiskur fyrstu ferð settur í ein ring.
Vegna stórt felli søkti P/F Mowi um at flyta aliøkið longur inn á vánna.
Fiskur hevur nú gingið á verandi staðseting tvær útsetur. ??tsetingarnar hava tó verið smáar.
Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág.
Mynd av aliøki A-90 smbrt. avgerðini í dag 20/5/2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald