Vinna

Aling norðanfyri Gomlurætt

...

2014-01-08 23:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Alifyritøkurnar leggja nógv fyri, fyri at gera kanningar hvar tað kann bera til at ala laks. 

LUNA/HDDENFJORD, sum hevur aliøkið vestanfyri t.v.s. Vestmanna, Miðvág/Sandavág og Sørvág, hevur gjørt kanningar ymsastaðni í Vestmannasundi, útfyri Velbastað og norðanfyri í Vágum. Fyribilsúrslitini vísa, at tað møguliga ber til at ala útfyri Velbastað, tí er ætlanin í vár, at gera eina roynd har. Í morgun stevndu 2 alibátar út av Miðvági, við nógvari útgerð, sum skal leggjast útfyri Velbastað ella norðanfyri Gomlurætt.

Myndin omanfyri er tikin í dag, tá ið arbeitt varð við at leggja útgerðina út.

Les eisini: HIDDENFJORD tveir nýggjar alibátar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder