2013-12-07 02:26

KVF.fo
Forkvinnan í grønlendska landsstýrinum er á vitjan í Føroyum.
Aleqa Hammond, landsstýriskvinna í Grønland, kom seinnapartin á almenna vitjan í Føroyum. Hetta er fyrsta vitjan hennara í Føroyum sum landsstýrisforkvinna. Aleqa Hammond og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fara m.a. at viðgera viðurskiftini í Arktis.
Stutt eftir, at hon var komin til landið, var Aleqa Hammond gestur hjá Boga Godtfred í Vangamyndini, sum verður send í Degi og Viku í kvøld.
Aleqa Hammond fer av landinum aftur sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald