2021-12-19 22:06

07Vestur: Tað verður kendi venjarin úr Miðvági Albert Ellefsen, sum kemur at standa á odda fyri Betri liðinum hjá kvinnunum kommandi kappingarár. Afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen, sum hevur verið ein partur av venjara toyminum í tvey ár, og tískil kennir leikararnar sera væl.
Albert hevur drúgvar royndir sum venjari í Betri deildini og 1. deild hjá monnum og sum ungdómsvenjari. Hóast vit kenna hann best frá harra fótbólti, so hevur Albert áður vant lokal gentu lið hjá 07 Vestur og MB, og hann hevur eisini verið hondbóltsvenjari hjá Sóljuni.
07 Vestur hevði lið í bestu kvinnudeildini fyri fyrstu ferð í ár. Kvinnurnar endaðu á einum flottum 7. plássi við 12 stigum, og megnaðu at gera hálvfinalurnar í steypakappingini sera spennandi, tá tær í fyrra dystinum fingu javnleik ímóti royndu kvinnunum úr HB.
Vit hava sæð eina sera stóra og jaliga menning, serliga hjá teimum ungu leikarunum undir fráfarandi venjaranum Frankie Jensen, og gleða vit okkum at fylgja víðari menningini við Alberti sum venjara.
Vit takka Frankie fyri hansara stóra íkast til farna kappingarár, og ynskja Alberti hjartaliga vælkomnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald