FSF: Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 24. november skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.
Um góðar tvær vikur, fríggjadagin 24. november verður seinasti dystur í hesum árinum á skránni, tá kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.
Higartil hava slovensku kvinnurnar spælt tveir dystir í hesari undankappingini, og eins og Føroyar, hava tær framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Slovenia hevur tapt 6-0 á útivølli móti Týskland, og 4-0 fyri Kekkia á heimavølli.
Pætur Smith Clementsen er landsliðsvenjari hjá kvinnum, og hann hevur nú sett navn á tær 20, ið eru úttiknar til dystin móti Slovenia.
Hópurin
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Birita B. Nielsen, B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív F. Arge, ??sterbro IF (DEN)
Súsanna Maria Hansen, B36
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Ásla Johannesen, B36
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, ??sterbro IF (DEN)
Milja R. Simonsen, HB
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Laila Pætursdóttir, B68
Rebekka F. Banbakoura, HB
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, K
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald