FSF: Klokkan 20 í kvøld fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngerða, hvørjar 23 leikarar, ið hann fer at taka við sær til komandi EM-undankappingardystirnar.
Leygarkvøldið 11. oktober spælir føroyska A-landsliðið fyrsta útidystin í hesi EM-undankappingini. Dysturin er móti Norðurírlandi, og hann verður leiktur á Windsor Park í Belfast.
Tríggjar dagar seinni er dystur á Tòrsvølli, tá ið Ungarn kemur á vitjan. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar skulu dystast móti Ungarn.
Í sambandi við hesar báðar EM-undankappingardystirnar fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, í kvøld at seta nanv á teir 23 leikararnar, sum hann ætlar at hava við sær til dystirnar.
Hetta fer fram á tíðindafundi í FSF-húsinum klokkan 20, beint eftir dystirnar í 24. umfari í Effodeildini. Tíðindafundurin verður streamaður beinleiðis á www.football.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald