2020-08-13 13:19

Akraberg hevur havt rokfiskiskap í russiskum sjógvi í Barentshavinum, teir hava fiskað í 17 dagar og hava 900 tons av frystum fiski og 400 tons av súrløgu, nú teir eru farnir at sigla heim.
Akraberg fór avstað úr Føroyum 20. juli, veðrið hevur verið gott allan túrin.
Akraberg landar í Fuglafirði og aftaná skal skipið í dokk hjá MEST á Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald