Vinna

Akraberg hevur brotið túrin av

...

2021-04-24 12:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Akraberg, sum fór av Fuglafirði 31. mars á rækjuveiðu í Barentshavinum, hevur brotið túrin av, tí eitt leiði til aksilgeneratorin gekk heitt, teir vóru tí noyddir at sløkkja fyri generatorinum og máttu tískil bróta túrin av, segði Erland Olsen skipari við okkum fyri løtu síðan.

Akraberg fiskaði teir fyrstu dagarnar í norskum sjógvi, men fóru so í russiskan sjógv, har m.a. Enniberg eisini roynir.

Akraberg verður helst heima mitt í komandi viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder