Vinna

Akraberg fingið bót frá norsku sjóverjuni

...

2014-12-11 05:21 Author image
placeholder

 Flakatrolarin Akraberg, sum í farnu viku landaði góð 600 tons av heysaðum toski í Tromsø, var í fyrradagin tikin av norsku sjóverjuni fyri at koyra fisk útaftur - talan er um fiskin blágumma, sum ongan prís hevur.

JN.fo hevur tosað við reiðaran Anfinn Olsen í kvøld, sum váttar tíðindini. Akraberg fekk eina stóra bót, upphæddin liggur um Fkr. 400.000,- 

Akraberg royndi á Thor Iversen Bank, tá ið teir fingu vitjan av norsku sjóverjuni, Akraberg hevði tá 70 tons av heysaðum toski inni.

Reiðarin segði í kvøld, at tá ið teir hava fiskað kvotuna, sum er umleið 800 tons av rundum, tá kemur Akraberg heim.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder