2021-06-26 10:08
Frystitrolarin Akraberg kom í nátt á Fuglafjørð við góðum 900 tonsum av frystum fiski - meginparturin toskur - eisini hava teir 400 tons av súrløgu, veiðan verður øll landað í Fuglafirði.
Akraberg hevur fiskað bæði í norskum og russiskum sjógvi, helmingin í norskum- og hin helmingin í russiskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið góður.
Tað vóru 24 mans við hendan túrin, skipari var Eyðun á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald