2013-11-18 14:04
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Akraberg, sum er komin í flotan fyri Vesturvón, loysti í nátt av Fuglafirði, teir fara í russiskan sjógv í Barentshavinum, har teir skulu fiska tosk. Hetta er fyrsti túrur Akrabeg ger í Barentshavinum.
Nýggj flakalinja er sett í skipið í Íslandi, tað var gjørt í september og oktober. Áðrenn tað var Akraberg á makrelveiðu undir Føroyum.
Í farnu vikuni var Akraberg úti fyri at royna trolútgerðina og trolspølini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald