2018-02-09 16:04
Áki Egilsnes sum skifti til íslendskan hondbólt í august í fjør, hevur í dag skrivað nýggjan sáttmála við KA úr Akureyri.
Felagið skrivar á heimasíðuni, at Áki hevur spælt væl í vetur hóast hann hevur verið darvaður av skaða.
Í viðmerking við jn.fo sigur Áki: - Mær dámar væl í íslandi og Akureyri. Eg eri eisini komin øðiliga væl inná liðið og havi fingið fulla spælutíð. Eg haldi at eg kann menna meg nógv her í íslandi, og er hetta ein góð byrjan hjá mær um eg skal koma longri sum hondbóltsspælari.
Vinstrahendi bakspælarin úr Vestmanna verður at síggja í Íslandi tvey tey komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald