2014-03-06 17:02
Stórspælarin hjá VÍF fyrru hálvu av hesum kappingarárinum, er nú klárur aftur. Talan er um 17 ára gamla Áka Egilsnes, sum er vinstrahentur og spælur á høgra bakki hjá VÍF.
Áki bleiv skaddur undir einum steypadysti hjá Dreingjum-18, 11 januar í ár.
Venjarin hjá VÍF sigur við JN.fo at fyrsti dystur hjá Áka verður helst móti StÍF tann 16. mars.
Seinasta fríggjardag, var Áki úttikin til U-20 landsliðið, til EM-undandystirnar móti Rumenia, Ísrael og Luksemburg, sum verða leiktir í Ísrael 4. ??? 6. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald