Vinna

Airbus flýgur NORÐ-ruturnar fram til 2016

...

2014-09-26 19:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fyrstu syftu fer Airbus 319 at flúgva á NORÐ-rutunum, sum byrja av álvara várið 2015. Seinni fer Atlantic Airways at útvega sær eitt minni flogfar til NORÐ

Fyrsta stigið var tikið á NORÐ-rutunum í september við tveimum fráferðum um vikuna til Noregs og Íslands. Várið 2015 verður nýggja rutusambandið við grannalondini ??? Ísland, Noreg og Skotland ??? við fleiri fráferðum um vikuna endaliga sett í verk. Ferðaætlanin fyri NORÐ verður væntandi klár um fáar vikur.

-NORÐskal stuðla upp undir vakstrarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi, men vit ynskja sjálvandi eisini, at nýggja rutusambandið við fleiri útgongdum til umheimin vil verða til gleði fyri Føroya fólk og ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroyar, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways.

Hann leggur dent á, at Atlantic Airways gleðir seg til at bjóða kundunum eina dyggari tænastu til grannalondini.

Í fyrstu atløgu fer Airbus 319 at flúgva á NORÐ-rutunum fram til 2016. Atlantic Airways hevur nóg mikið av Airbus-kapasiteti komandi tíðina, men seinni væntar felagið at útvega sær eitt minni flogfar til NORÐ.

Atlantic Airways kannar framvegis møguleikarnar fyri einum nýggjum flogfari. Flogfelagið samskiftir við flogframleiðarar um møguleikan fyri at útgera eitt nýtt flogfar við somu navigatiónsútgerð, sum er um borð á Airbus 319. Tað er ein GPS-tøknifrøði nevnd RNP 0,1, sum hevur við sær størri reglusemi í flúgvingini, tí flogførini kunnu lenda i vánaligari sýni enn vanligt á flogvøllinum í Vágum. Harumframt skal eitt nýtt flogfar vera bíligari í rakstri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder