2014-10-23 23:38

Mikukvøldið, tann 29.oktobur 2014 kl. 19.00, verður áhugaverdur fyrilestur, við Livari Nysted á Loftinum (Haraldstovuhandilinum) í Sandavági. Livar kemur at tosa um sínar sjóferðir gjøgnum 3 heimshøv og kemur hann eisini at vísa myndir frá sínum ferðum. Hesin fyrilestur er liður í átakinum"virkin sum longst", sum Nærverkið hevur sett ið verk. Hesin fyrilestur er tó skipaður av Vága kommunu, sum vil bjóða teimum eldru í kommununi nøkur tilboð at fara til. Kelda: vaga.fo |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald