2013-11-11 19:10
Í kvøld 11. nov. kl. 19.30 verður nýggja bókin, ???Vága samferðslusøga??? løgd fram í Vága Floghavn.
Tað eru teir báðir, Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen sum hava savnað og skrivað bókina.
Skrivað er um samferðslu fyrr og nú, um bygdirnar í Vágum og um Mykines, um siglingina um Vágafjørð og Vestmannasund.
Eisini er skrivað um, tá ið Vágatunnilin kom, og um flogvøllin og flogferðsluna.
Bókin er 480 bls. við 400 myndum.
Á framløguni fer Vágakórið at syngja nakrar sangir. Kaffi og køkur verða boðin.
Høvi verður at ogna sær bókina signeraða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald