2021-12-16 08:08

Nú fáir dagar eru eftir til jóla, heitir Heimafriður á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum. Tíverri eru tað fleiri, sum stúra fyri jóladøgunum. Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk ikki hava fingið heimafrið á jólum. Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi um høgtíðina. Felagið heitir aftur í ár staðiliga á at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.
Heimafriður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald