Nú tá landsverk er fari at tryggja vegin við Sjógv í Kollafirði, vilja vit Kollfirðingar hava at hetta arbeiði verður sera væl frá gingið. So tað verður pent í fjørðuni og siðandi at síggja gomlu Sjóðarkai, og at tað verður møguligt hjá eldri sum ungum at sleppa oman á hesa kai, uttan at tað má klatrast. Tað hevur altíð verður møguligt at gingi hendan teigin uttan hesa forðing, hóast ferðamarkið altíð hevur verði 80 km/t.
Nú er ferðamarkið koyrt niður á 60 km/t, og oyggjar komnar á vegin. Trygdin hevur aldrinn áður verði so góð sum nu, og nú er Sjóðarkai avskorin við bilverju. Og tískil ber ikki til at koma til gomlu Sjóðarkai, uttan at tað má klatrast.
Og vit vilja eisini hava at skráningurin út í móti sjónum, frá bátahylinum til Sjóðarkai verður líka væl frágingin sum eitt nú vegurin framm við Kaldbaksfirði og aðra staðnis.
Sum nú er, er grót bara tveitt sum best ber til, har ið ein vøkur fjøðra við sandi var áður.
Havast skal í huga, at hetta er ein landsvegur ið gongur framvið einum av elstu og søguligastu plássunum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald