Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Tinganes
Postboks 64
FO-110 Tórshavn.
Undirritaði sum eri næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag undrist stórliga viðv. málinum um garnaskipið Anitu, og um tann sorgarleik sum har er farin fram. Hetta er tí orsøkin til at undirritaði staðiliga heitið á tygum, sum Føroya løgmaður, at viðgera viðurskiftini og veiðirættindini hjá Anitu av nýggjum við støði í hesum sjónarmiðum:
??ll fiskirættindi hjá garnaskipunum Anitu skulu inndragast.
Tryggja manningini (útlendingunum) í minsta lagið eina minstuløn í samsvar við minstaforvinning, sum er galdandi fyri Føroysk sjó/fiskafólk, t.v.s. uml. kr. 27.000,00 um mánaðin, har teir sjálvir rinda 1% í inntøkutrygd.
Tað ber ikki til at góðtaka, at manningin einans fær 550$ - 850$ fyri 17 tíma dag ??? 7 dagar um vikuna. Hetta stríður ímóti altjóða ILO sáttmálanum.
At tryggja manningini, at teir koma undir somu tryggingar sum Føroysk sjófólk, har hugsi undirritaði um t.d. Lív, Betri Pensjón, Alka v.m.
At manningini verður veitt tannlækna/læknahjálp uttan meiri kostnað.
Vanlukkan sum hendi umborð á Anitu má metast at standa sum ein ræðumynd fyri okkum Føroyingar, at vit føra sosiala dumping á alljósum degi undir Føroyska merkinum, við Føroyskum fiskirættindum kunnu vit bert sammeta við trælahald, og eigur ikki at standa eftir aftaná at hetta mál er komið at enda.
Til tygara kunning kann undirritaði upplýsa, at einkjan og 2 ára gamla dóttirin eftir Sefundin, fær einans kr. 150.000,00 um hon lýkur ávísar treytirnar. Hetta kann ikki góðtakast. Hetta er eitt drúgt mál, men rós til Vanlukkutryggingina, tey hava verði og eru jalig, men nakað er enn eftir á mál.
Tað er ikki meira enn rætt og rímiligt, at undirritaði á hendan hátt heitir á Føroya løgmann - fyri at skommin ikki skal verða fullkomin - burtur av - syrgir fyri at rættað teir skeivleikar sum eru hendir í hesum máli!
Við hávirðing
Annfinnur Garðalíð,
2. form. í FSN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald